Eitt ljós á gøtu míni

Vælkomin! Eg eiti Jonhard Jógvansson og eri sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi.
Við hesum poddvarpi vil eg varpa ljós á Jesus og gleðiboðskapin um hann.
Vælkomin! Eg eiti Jonhard Jógvansson og eri sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi.
Við hesum poddvarpi vil eg varpa ljós á Jesus og gleðiboðskapin um hann.
Listen on:
Episodes
Episodes



Mar 30, 2025
Jesus er lívsins breyð
Mar 30, 2025
Mar 30, 2025
11 min
Tá ið vit eta lívsins breyð við at koma til Jesus - koma inn undir hansara orð - biðja til Jesus - koma til altars og fáa breyðið har og hoyra orðini: “Hetta er likam Jesu Krists”, tá eiga vit eisini lut í hansara lívi. Tá livir hansara lív í okkum, og tað er nakað, sum ongan enda fær, men sum varir við til ævigt lív!
Mar 30, 2025
11 min



Mar 9, 2025
Hin andaligi bardagin
Mar 9, 2025
Mar 9, 2025
19 min
Lestur: 1 Mós 3,1-19. Evangelium: Matt 4,1-11. Sálmur eftir prædiku: 400 (Javnt vit treingja til at biðja)
Mar 9, 2025
19 min



Feb 26, 2025
Nikenska trúarjáttanin í 1700 ár
Feb 26, 2025
Feb 26, 2025
14 min
Í ár eru 1700 ár liðin, síðan Nikenska trúarjáttanin varð orðað á einum stórum kirkjufundi í Nikea, har ið dentur varð lagdur á, at Jesus er sannur Gud av sonnum Gudi, føddur, ikki skapaður, av somu veru sum Faðirin. Eisini í dag hevur kirkjan brúk fyri at verða mint á henda djúpa sannleikan: Jesus er sannur Gud!
Feb 26, 2025
14 min



Feb 2, 2025
Trupulleikin við óndskapi
Feb 2, 2025
Feb 2, 2025
26 min
Líkasum teir óttafullu lærusveinarnir, eru tað í dag eisini nógv menniskju, sum í yvirførdari merking eru stadd í lívsins illveðrið, har ið tey áhaldandi spyrja: Hví er óndskapur og líðing í hesum heimi og í mínum lívi? Hví skal eg verða raktur av hesum? Hví skulu míni kæru verða rakt av hesum?
Feb 2, 2025
26 min

Jonhard Jógvansson
Sóknarprestur
"Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni" (Sl 119,105).
Guds orð er eitt ljós í myrkrinum, sum vísir okkum vegin heim til himmals. Sambært Bíbliuni eru tað bara tveir vegir, sum vit menniskju kunnu ganga á: glatunarvegurin ella hin ævigi vegurin (Sl 139,24). Og Bíblian vísir okkum á hin æviga vegin. Gud er jú ein frelsandi Gud, sum vil leiga øll menniskju heim til sína ævigu nærveru. Tí hevur hann eisini givið okkum eitt ljós, so at vit finna vegin heim. Hann hevur givið okkum sítt orð. Hann hevur givið okkum Bíbliuna!
Í bókini Kristus og Skriftin sigur Hugo Odeberg: “Tá ið vit lesa, endurtaka og granska Skriftina, treingir hon inn um medvitið og inn til djúpasta upphav okkara og fremur har verk sítt. “Tí at Guds orð er livandi og máttmikið og hvassari enn nakað tvíeggjað svørð, og fer inn ígjøgnum, til tað skilir sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans” Hebr. 4,12. Við dúgliga at lesa og arbeiða við orðinum í huga sínum, livir menniskjan seg inn í Skriftina, og orðið gerst lykt fyri fóti hennara og ljós á gøtu hennara (Sálmur 119,105).”
Tí er tað eisini mín hjartans bøn, at hetta poddvarpið má varpa ljós á hina livandi vónina, sum vit eiga í hinum krossfesta, upprisna og livandi Jesusi Kristi!


