Eitt ljós á gøtu míni

Vælkomin! Eg eiti Jonhard Jógvansson og eri sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi.
Við hesum poddvarpi vil eg varpa ljós á Jesus og gleðiboðskapin um hann.
Vælkomin! Eg eiti Jonhard Jógvansson og eri sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi.
Við hesum poddvarpi vil eg varpa ljós á Jesus og gleðiboðskapin um hann.
Listen on:
Episodes
Episodes



May 25, 2026
Tit skulu fáa kraft!
May 25, 2026
May 25, 2026
19 min
Ápostlarnir kendu seg óiva máttleysar, tá Jesus fortaldi teimum, at hann skuldi fara heim aftur til faðirin. Hvat kundu teir gera, um Jesus ikki var hjá teimum? Hvussu kundu teir yvir høvur boða gleðiboðskapin uttan Jesus? Sjálvandi kendu teir seg máttleysar! Men áðrenn Jesus fór heim til himmals, troystaði hann sínar vinir og segði: “Tit skulu fáa kraft, tá ið Heilagur Andi kemur yvir tykkum, og tit skulu verða vitni míni bæði í Jerúsalem og í allari Júdeu og Sámáriu og líka til ytstu endamark á jørðini” (Áps 1,8).
May 25, 2026
19 min



May 10, 2026
At kenna Jesus
May 10, 2026
May 10, 2026
14 min
Vit kunnu ikki fáa felagsskap við Gud uttan Jesus! Jesus sigur tað eisini sjálvur: “Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær” (Jóh 14,6). Vit læra Gud at kenna við at læra Jesus at kenna. Men tann, sum ikki kennir Jesus, kennir heldur ikki Gud. Tað er sostatt avgerandi fyri okkum at kenna Jesus!
May 10, 2026
14 min



Apr 5, 2026
Rís upp yvir grøv, Guðs páskasól!
Apr 5, 2026
Apr 5, 2026
14 min
Okkara kristna vón er ikki bygd á eina blinda trúgv. Harafturímóti kunnu vit við góðari grund trúgva, at eitt veruligt uppreisnarundur er hent! Tað, at hetta undrið veruliga er hent, gevur lívinum eitt heilt nýtt og vónríkt innihald. Deyðin er als ikki endin! (Prædika til páskadag. Epistul: 1 Pæt 1,3-9. Evangelium: Matt 28,1-8. Sálmur: Rís upp yvir grøv, Guðs páskasól!).
Apr 5, 2026
14 min



Apr 2, 2026
Jesu tænasta
Apr 2, 2026
Apr 2, 2026
14 min
“Harri, tváar tú føtur mínar? … Aldri á ævini skalt tú tváa føtur mínar!” (Jóh 13,6 og 8). Skal Jesus virkuliga tæna mær? Er tað ikki eg, sum skal tæna honum? Ja, soleiðis hugsa vit kanska. Og tað er satt, at vit sum kristin eru Jesu tænarar. Men Jesu tænasta fyri okkum er kortini óendaliga nógv størri, enn okkara tænasta fyri honum!
Apr 2, 2026
14 min

Jonhard Jógvansson
Sóknarprestur
"Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni" (Sl 119,105).
Guds orð er eitt ljós í myrkrinum, sum vísir okkum vegin heim til himmals. Sambært Bíbliuni eru tað bara tveir vegir, sum vit menniskju kunnu ganga á: glatunarvegurin ella hin ævigi vegurin (Sl 139,24). Og Bíblian vísir okkum á hin æviga vegin. Gud er jú ein frelsandi Gud, sum vil leiga øll menniskju heim til sína ævigu nærveru. Tí hevur hann eisini givið okkum eitt ljós, so at vit finna vegin heim. Hann hevur givið okkum sítt orð. Hann hevur givið okkum Bíbliuna!
Í bókini Kristus og Skriftin sigur Hugo Odeberg: “Tá ið vit lesa, endurtaka og granska Skriftina, treingir hon inn um medvitið og inn til djúpasta upphav okkara og fremur har verk sítt. “Tí at Guds orð er livandi og máttmikið og hvassari enn nakað tvíeggjað svørð, og fer inn ígjøgnum, til tað skilir sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans” Hebr. 4,12. Við dúgliga at lesa og arbeiða við orðinum í huga sínum, livir menniskjan seg inn í Skriftina, og orðið gerst lykt fyri fóti hennara og ljós á gøtu hennara (Sálmur 119,105).”
Tí er tað eisini mín hjartans bøn, at hetta poddvarpið má varpa ljós á hina livandi vónina, sum vit eiga í hinum krossfesta, upprisna og livandi Jesusi Kristi!


