Eitt ljós á gøtu míni

Vælkomin! Eg eiti Jonhard Jógvansson og eri sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi.
Við hesum poddvarpi vil eg varpa ljós á Jesus og gleðiboðskapin um hann.
Vælkomin! Eg eiti Jonhard Jógvansson og eri sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi.
Við hesum poddvarpi vil eg varpa ljós á Jesus og gleðiboðskapin um hann.
Listen on:
Episodes
Episodes



Jan 19, 2025
Brúdleypið í Kána
Jan 19, 2025
Jan 19, 2025
23 min
Jesus sigur við móðir sína, at hansara tími er ikki komin enn. Hesin tímin sipar til Jesu deyða á krossinum og hitt fullgjørda frelsuverkið. “Tað er fullgjørt!” rópti Jesus beint áðrenn hann doyði (Jóh 19,30). Tað er serliga í hesum tíma - í Jesu deyðstíma á Golgata - at Jesus opinberar sína dýrd!
Jan 19, 2025
23 min



Jan 5, 2025
Okkara sanna heimland
Jan 5, 2025
Jan 5, 2025
16 min
Á okkara pílagrímsferð til Himmals er Jesus okkara einasta stavnhald! Tað er bara við at líta á hann, at vit náa vegin fram til hitt himmalska heimlandið.
Jan 5, 2025
16 min



Dec 27, 2024
Og Orðið varð hold
Dec 27, 2024
Dec 27, 2024
15 min
“Harri okkara, Jesus Kristus, Guds orð, bleiv í sínum endaleysa kærleika til tað, sum vit eru, fyri at gera okkum til tað, sum hann sjálvur er” (Ireneus).
Dec 27, 2024
15 min



Dec 25, 2024
Okkum er ein frelsari føddur!
Dec 25, 2024
Dec 25, 2024
16 min
Tekstir: Mika 5,1-4a og Luk 2,1-14. “Gleðilig jól! Gleðilig jól!” ljóðar av himli einglalag. “Armi syndari, óttast ei nú, gleðiboðskapin hoyrir tú: Jesus er føddur í dag!”
Dec 25, 2024
16 min

Jonhard Jógvansson
Sóknarprestur
"Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni" (Sl 119,105).
Guds orð er eitt ljós í myrkrinum, sum vísir okkum vegin heim til himmals. Sambært Bíbliuni eru tað bara tveir vegir, sum vit menniskju kunnu ganga á: glatunarvegurin ella hin ævigi vegurin (Sl 139,24). Og Bíblian vísir okkum á hin æviga vegin. Gud er jú ein frelsandi Gud, sum vil leiga øll menniskju heim til sína ævigu nærveru. Tí hevur hann eisini givið okkum eitt ljós, so at vit finna vegin heim. Hann hevur givið okkum sítt orð. Hann hevur givið okkum Bíbliuna!
Í bókini Kristus og Skriftin sigur Hugo Odeberg: “Tá ið vit lesa, endurtaka og granska Skriftina, treingir hon inn um medvitið og inn til djúpasta upphav okkara og fremur har verk sítt. “Tí at Guds orð er livandi og máttmikið og hvassari enn nakað tvíeggjað svørð, og fer inn ígjøgnum, til tað skilir sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans” Hebr. 4,12. Við dúgliga at lesa og arbeiða við orðinum í huga sínum, livir menniskjan seg inn í Skriftina, og orðið gerst lykt fyri fóti hennara og ljós á gøtu hennara (Sálmur 119,105).”
Tí er tað eisini mín hjartans bøn, at hetta poddvarpið má varpa ljós á hina livandi vónina, sum vit eiga í hinum krossfesta, upprisna og livandi Jesusi Kristi!


