Episodes
Episodes
Thursday Sep 28, 2023
Hvussu eigi eg at liva? (2. partur)
Thursday Sep 28, 2023
Thursday Sep 28, 2023
“Tú hevur skapt okkum til tín sjálvs, og okkara hjørtu hava ongan frið, til tey finna frið í tær” (Augustin)
Wednesday Sep 27, 2023
Hvussu eigi eg at liva? (1. partur)
Wednesday Sep 27, 2023
Wednesday Sep 27, 2023
Um vit ynskja at liva í djúpum felagsskapi við Jesus, so mugu vit eisini fylgja honum eftir dagliga og átaka okkum hansara lívsstíl. Hetta ber okkum ríka signing!
Sunday Sep 24, 2023
Sunday Sep 03, 2023
Trúgvin
Sunday Sep 03, 2023
Sunday Sep 03, 2023
Undirvísingargudstænasta I. Evni: Trúgvin. Sálmur eftir undirvísing 478 (Vár trúgv várt fasta álit er)
Wednesday Aug 30, 2023
Hvat er grundarlagið hjá moralinum?
Wednesday Aug 30, 2023
Wednesday Aug 30, 2023
Um vit menniskju eru tað einasta grundarlagið hjá moralinum; um tað bara eru vit, ið avgera, hvat ið er gott og ónt, kunnu vit tá nakratíð siga, at endaligar moralskar lógir eru til? Standa vit tá ikki eftir við fullkomnari tilvild?
Sunday Jun 25, 2023
Manskórið í Rituvík
Sunday Jun 25, 2023
Sunday Jun 25, 2023
Sunnukvøldið 25. juni hevði Manskórið í Rituvík møti í missiónshúsinum Karmel. Magnus Højgaard prædikaði yvir Matt 28,16-20, og manskórið sang.
Sunday Jun 04, 2023
Fødd av nýggjum
Sunday Jun 04, 2023
Sunday Jun 04, 2023
Tríeindardag. Lestur: 4 Mós 21,4-9. Evangelium: Jóh 3,1-15. Eiðis Ljómfelag spældi.
Sunday May 28, 2023
Vit eru samtíðarfólk
Sunday May 28, 2023
Sunday May 28, 2023
Hvítusunnudag. Lestur: Áps 2,1-11. Evangelium: Jóh 14,22-31.
Jonhard Jógvansson
Sóknarprestur
Vælkomin til mítt poddvarp! Eg eri ættaður úr Saltangará og eri giftur við Tordis Kristiansdóttir úr Fuglafirði. Vit eiga tríggjar synir, sum eita Kristian, Jógvan og Kjartan. Kona mín er yvirlækni á onkologisku deild á Landssjúkrahúsinum. Sjálvur eri eg sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi, og búgva vit sostatt eisini á Eiði.
Sum prestur havi eg sjálvsagt eisini áhuga fyri gudfrøði. Gudfrøði snýr seg um læruna um Gud og hitt guddómliga. Hetta er eftir mínum tykki sera áhugavert! Tað eru summi, sum ikki halda, at gudfrøði er áhugaverd, og sum heldur ikki duga at síggja, hvat ið ein skal brúka hetta til. Um Gud ikki var til, so dugi eg heldur ikki at síggja, hví ein skuldi lagt nakað í gudfrøði. Sjálvur eri eg tó sannførdur um, at Gud veruliga er til, og at hann hevur opinberað seg bæði alment gjøgnum tað, sum hann hevur skapað og serstakliga gjøgnum Jesus og gjøgnum profetar og ápostlar. Hebrearabrævið sigur tað eisini soleiðis: "Eftir at Guð í forðum mangar ferðir og á mangan hátt hevði talað til fedrarnar gjøgnum profetarnar, hevur hann við endan á hesum døgum talað til okkara gjøgnum sonin" (Hebr 1,1). Gud hevur talað, og tað ger hann enn í dag. Í grundini er tað hetta, sum ger gudfrøðina og trúarlívið sum heild so spennandi. Og eg vil gjarna skilja betur, hvat Gud hevur talað, og hvussu eg kann bera hansara orð víðari til onnur.