Episodes
Episodes
Wednesday May 08, 2024
Jónas (2 partur)
Wednesday May 08, 2024
Wednesday May 08, 2024
Hjá Jónasi sleppa vit at spegla okkum eina løtu. Ferðin hjá Jónasi er eisini okkara ferð
Monday May 06, 2024
Sunday Apr 28, 2024
Tuesday Apr 02, 2024
Sunday Mar 31, 2024
Rís upp yvir grøv, Guðs páskasól!
Sunday Mar 31, 2024
Sunday Mar 31, 2024
Prædika til páskadag. Lestur: 1 Pæt 1,3-9. Evangelium: Matt 28,1-8.
Saturday Mar 30, 2024
Maðurin á tí mittasta krossinum
Saturday Mar 30, 2024
Saturday Mar 30, 2024
Prædika til langa fríggjadag. Lestur: Jes 53. Evangelium: Luk 23,26-46
Thursday Mar 28, 2024
Jesu reinsandi tænasta
Thursday Mar 28, 2024
Thursday Mar 28, 2024
Prædika til skírhósdag. Tekstur: Jóh 13,1-15.
Sunday Mar 17, 2024
Gud gjørdist menniskja við fostrinum, Jesusi
Sunday Mar 17, 2024
Sunday Mar 17, 2024
Boðanardagur Mariu í Funnings kirkju
Jonhard Jógvansson
Sóknarprestur
Vælkomin til mítt poddvarp! Eg eri ættaður úr Saltangará og eri giftur við Tordis Kristiansdóttir úr Fuglafirði. Vit eiga tríggjar synir, sum eita Kristian, Jógvan og Kjartan. Kona mín er yvirlækni á onkologisku deild á Landssjúkrahúsinum. Sjálvur eri eg sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi, og búgva vit sostatt eisini á Eiði.
Sum prestur havi eg sjálvsagt eisini áhuga fyri gudfrøði. Gudfrøði snýr seg um læruna um Gud og hitt guddómliga. Hetta er eftir mínum tykki sera áhugavert! Tað eru summi, sum ikki halda, at gudfrøði er áhugaverd, og sum heldur ikki duga at síggja, hvat ið ein skal brúka hetta til. Um Gud ikki var til, so dugi eg heldur ikki at síggja, hví ein skuldi lagt nakað í gudfrøði. Sjálvur eri eg tó sannførdur um, at Gud veruliga er til, og at hann hevur opinberað seg bæði alment gjøgnum tað, sum hann hevur skapað og serstakliga gjøgnum Jesus og gjøgnum profetar og ápostlar. Hebrearabrævið sigur tað eisini soleiðis: "Eftir at Guð í forðum mangar ferðir og á mangan hátt hevði talað til fedrarnar gjøgnum profetarnar, hevur hann við endan á hesum døgum talað til okkara gjøgnum sonin" (Hebr 1,1). Gud hevur talað, og tað ger hann enn í dag. Í grundini er tað hetta, sum ger gudfrøðina og trúarlívið sum heild so spennandi. Og eg vil gjarna skilja betur, hvat Gud hevur talað, og hvussu eg kann bera hansara orð víðari til onnur.