Eitt ljós á gøtu míni

Vælkomin! Eg eiti Jonhard Jógvansson og eri sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi.
Við hesum poddvarpi vil eg varpa ljós á Jesus og gleðiboðskapin um hann.
Vælkomin! Eg eiti Jonhard Jógvansson og eri sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi.
Við hesum poddvarpi vil eg varpa ljós á Jesus og gleðiboðskapin um hann.
Listen on:
Episodes
Episodes



Oct 5, 2025
Her møtast allir vegir
Oct 5, 2025
Oct 5, 2025
16 min
Líkasum Jesus segði við hin deyða: “Ungi maður, eg sigi tær, reis teg upp!” soleiðis hevur hann eisini máttin til at siga tað sama við okkum og yvir okkara grøv!
Lestur: 1 Kong 17,8-10a og 17-24. Evangelium: Luk 7,11-17. Sálmur fyri prædiku: 448 (Her møtast allir vegir)
Oct 5, 2025
16 min



Sep 23, 2025
Um tey sleppa at liva
Sep 23, 2025
Sep 23, 2025
21 min
Jesu verk á Golgata og burturbeiningin av heimsins synd hevði ongantíð verðið til veruleika, um Jesus varð burturbeindur sum fostur. Seinni royndi Heródes at beina fyri Jesusbarninum, men Gud havi lov fyri, at tað ikki eydnaðist! Gleðiboðskapurin um hitt fullgjørda verkið á krossinum og øll heimsins lagna hekk jú óloysiliga tætt saman við hetta eina barnið. Tí er tað einans rætt av okkum at taka undir við Elisabet og siga: “Vælsignað ert tú av kvinnum, og vælsignað er frukt móðurlívs tíns!” Og tí er tað eisini rætt av okkum at siga tað sama um øll fostur. Tey eru vælsigna frukt, sum kunnu verða okkum og heiminum til ófatiliga ríka signing - um tey sleppa at liva.
Sep 23, 2025
21 min



Sep 14, 2025
Hin miskunnsami Sámáriubúgvin
Sep 14, 2025
Sep 14, 2025
20 min
13. sunnudagur eftir tríeindardag í Eiðis kirkju. Prædikutekstur: Luk 10,23-37
Sep 14, 2025
20 min



Sep 7, 2025
Ljóðið av himni
Sep 7, 2025
Sep 7, 2025
19 min
Hóast øldir koma og fara, hóast ætt eftir ætt søkkur undir mold, so eru vit við trúnni kortini øll, bæði livandi og deyð, saman um hina somu livandi vónina í Jesusi, sum sjálvur er ljóðið av himni, sum gleðir sálir her á fold.
Sep 7, 2025
19 min

Jonhard Jógvansson
Sóknarprestur
"Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni" (Sl 119,105).
Guds orð er eitt ljós í myrkrinum, sum vísir okkum vegin heim til himmals. Sambært Bíbliuni eru tað bara tveir vegir, sum vit menniskju kunnu ganga á: glatunarvegurin ella hin ævigi vegurin (Sl 139,24). Og Bíblian vísir okkum á hin æviga vegin. Gud er jú ein frelsandi Gud, sum vil leiga øll menniskju heim til sína ævigu nærveru. Tí hevur hann eisini givið okkum eitt ljós, so at vit finna vegin heim. Hann hevur givið okkum sítt orð. Hann hevur givið okkum Bíbliuna!
Í bókini Kristus og Skriftin sigur Hugo Odeberg: “Tá ið vit lesa, endurtaka og granska Skriftina, treingir hon inn um medvitið og inn til djúpasta upphav okkara og fremur har verk sítt. “Tí at Guds orð er livandi og máttmikið og hvassari enn nakað tvíeggjað svørð, og fer inn ígjøgnum, til tað skilir sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans” Hebr. 4,12. Við dúgliga at lesa og arbeiða við orðinum í huga sínum, livir menniskjan seg inn í Skriftina, og orðið gerst lykt fyri fóti hennara og ljós á gøtu hennara (Sálmur 119,105).”
Tí er tað eisini mín hjartans bøn, at hetta poddvarpið má varpa ljós á hina livandi vónina, sum vit eiga í hinum krossfesta, upprisna og livandi Jesusi Kristi!


