Eitt ljós á gøtu míni

Vælkomin! Eg eiti Jonhard Jógvansson og eri sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi.
Við hesum poddvarpi vil eg varpa ljós á Jesus og gleðiboðskapin um hann.
Vælkomin! Eg eiti Jonhard Jógvansson og eri sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi.
Við hesum poddvarpi vil eg varpa ljós á Jesus og gleðiboðskapin um hann.
Episodes
Episodes



Sunday Mar 08, 2026
Vit avnokta djevulin
Sunday Mar 08, 2026
Sunday Mar 08, 2026
Tað er ikki uttan grund, at vit avnokta djevulin og allar gerningar hans og allan atburð hans! Vit hava jú ein fígginda, sum “roynir svikaráð og okkum herjar á…” (3. sunnudag í føstu. Prædikutekstur: Jóh 8,42-51. Sálmur fyri prædiku: 255 Vár Guð er føst og haldgóð borg).



Sunday Feb 22, 2026
Fylg mær!
Sunday Feb 22, 2026
Sunday Feb 22, 2026
Lívið sum ein kristin er eitt lív á einum ávísum vegi. Hetta er eisini grundin til, at tey fyrstu kristnu kallaðu seg fyri tey, sum hoyrdu til “vegin” (Áps 9,2). At hoyra Jesusi til, var at hoyra einum ávísum vegi til í hesum lívi: at fylgja í Jesu fótasporum dagliga, at verða inndekkaður av støvinum frá honum, at læra av honum, at vera sum hann og at gera sum hann.
(Konfirmantagudstænasta í kirkjuni við Norðskála, 22.02.2026. Prædikutekstur: Mark 2,13-17).



Sunday Feb 08, 2026
Mátturin í Guds orði
Sunday Feb 08, 2026
Sunday Feb 08, 2026
1. Gud hevur “andað” Skriftina; hon er innblást av honum.
2. Andi Guds talar gjøgnum Skriftina enn við sama lag.
3. Skriftin sjálv veitir okkum Gud við at veita okkum Anda hansara.
Sunnudag seksagesima. Epistul: 2 Tim 3,10-17. Evangelium: Mark 4,26-32.



Sunday Feb 01, 2026
Far inn til gleði harra tíns!
Sunday Feb 01, 2026
Sunday Feb 01, 2026
Í líknilsinum um talentirnar boðar Jesus okkum ein sera álvarsaman boðskap, nevniliga at vit í trúfesti eiga at brúka tær gávurnar, sum vit hava fingið frá Gudi. Um vit á hinari hondini goyma hesar gávurnar burtur, so verður tað við okkum, líkasum hjá hinum ódugna húskallinum, sum fjaldi talentina í jørðini.
3. sunnudag fyri føstu (sunnudag septuagesima).
Prædikutekstur: Matt 25,14-30. Sálmur fyri prædiku: 145 (Ójavnt Harrin gávur býtir).

Jonhard Jógvansson
Sóknarprestur
"Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni" (Sl 119,105).
Guds orð er eitt ljós í myrkrinum, sum vísir okkum vegin heim til himmals. Sambært Bíbliuni eru tað bara tveir vegir, sum vit menniskju kunnu ganga á: glatunarvegurin ella hin ævigi vegurin (Sl 139,24). Og Bíblian vísir okkum á hin æviga vegin. Gud er jú ein frelsandi Gud, sum vil leiga øll menniskju heim til sína ævigu nærveru. Tí hevur hann eisini givið okkum eitt ljós, so at vit finna vegin heim. Hann hevur givið okkum sítt orð. Hann hevur givið okkum Bíbliuna!
Í bókini Kristus og Skriftin sigur Hugo Odeberg: “Tá ið vit lesa, endurtaka og granska Skriftina, treingir hon inn um medvitið og inn til djúpasta upphav okkara og fremur har verk sítt. “Tí at Guds orð er livandi og máttmikið og hvassari enn nakað tvíeggjað svørð, og fer inn ígjøgnum, til tað skilir sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans” Hebr. 4,12. Við dúgliga at lesa og arbeiða við orðinum í huga sínum, livir menniskjan seg inn í Skriftina, og orðið gerst lykt fyri fóti hennara og ljós á gøtu hennara (Sálmur 119,105).”
Tí er tað eisini mín hjartans bøn, at hetta poddvarpið má varpa ljós á hina livandi vónina, sum vit eiga í hinum krossfesta, upprisna og livandi Jesusi Kristi!


