Eitt ljós á gøtu míni

Vælkomin! Eg eiti Jonhard Jógvansson og eri sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi.
Við hesum poddvarpi vil eg varpa ljós á Jesus og gleðiboðskapin um hann.
Vælkomin! Eg eiti Jonhard Jógvansson og eri sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi.
Við hesum poddvarpi vil eg varpa ljós á Jesus og gleðiboðskapin um hann.
Listen on:
Episodes
Episodes



Jan 7, 2026
Stjørnan, sum lýsir okkum vegin
Jan 7, 2026
Jan 7, 2026
16 min
Eins og betlehemsstjørnan lýsti vísmonnunum vegin til Jesusbarnið, soleiðis er Guds heilaga orð nú okkara bjarta stjørna, sum lýsir okkum vegin til Frelsaran!
Jan 7, 2026
16 min



Jan 1, 2026
Ein heimur uttanfyri
Jan 1, 2026
Jan 1, 2026
17 min
Hesin seinasti dagurin í tí gamla árinum minnir okkum á, at tíðin gongur, og at vit - saman við Jesusi - eru ávegis móti Guds ævinleika. Og tað er nakað gott og gleðiligt, sum vit eru á veg til. Himnastrond er fyri stavni!
Jan 1, 2026
17 min



Dec 22, 2025
Trúgvin á Jesus
Dec 22, 2025
Dec 22, 2025
15 min
Tá ið tú spyrt: “Nær eri eg ein kristin?” so svarar Gud: “Tá ið tú trýrt á Jesus!” Og tá ið tú spyrt: “Hvussu verði eg ein kristin?” so svarar hann: “Við at trúgva á Jesus!” Hetta er eitt einfalt, men samstundis eisini eitt undurfult svar - eitt svar, sum opnar vegin fyri øllum hjálparleysum og glataðum sálum. (Prædikutekstur: Jóh 3,25-36).
Dec 22, 2025
15 min



Dec 20, 2025
Factum est
Dec 20, 2025
Dec 20, 2025
14 min
“Factum est” - soleiðis byrjar jólaevangeliið á latín. Tað hendi faktist í teimum døgum! Jólaevangeliið byrjar ikki sum eitt ævintýr: “Einaferð var tað…” o.s.fr. Nei, harafturímóti byrjar tað við orðum, sum stilla jólaundrið mitt inn í henda heim og inn í okkara heimsøgu.
Dec 20, 2025
14 min

Jonhard Jógvansson
Sóknarprestur
"Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni" (Sl 119,105).
Guds orð er eitt ljós í myrkrinum, sum vísir okkum vegin heim til himmals. Sambært Bíbliuni eru tað bara tveir vegir, sum vit menniskju kunnu ganga á: glatunarvegurin ella hin ævigi vegurin (Sl 139,24). Og Bíblian vísir okkum á hin æviga vegin. Gud er jú ein frelsandi Gud, sum vil leiga øll menniskju heim til sína ævigu nærveru. Tí hevur hann eisini givið okkum eitt ljós, so at vit finna vegin heim. Hann hevur givið okkum sítt orð. Hann hevur givið okkum Bíbliuna!
Í bókini Kristus og Skriftin sigur Hugo Odeberg: “Tá ið vit lesa, endurtaka og granska Skriftina, treingir hon inn um medvitið og inn til djúpasta upphav okkara og fremur har verk sítt. “Tí at Guds orð er livandi og máttmikið og hvassari enn nakað tvíeggjað svørð, og fer inn ígjøgnum, til tað skilir sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans” Hebr. 4,12. Við dúgliga at lesa og arbeiða við orðinum í huga sínum, livir menniskjan seg inn í Skriftina, og orðið gerst lykt fyri fóti hennara og ljós á gøtu hennara (Sálmur 119,105).”
Tí er tað eisini mín hjartans bøn, at hetta poddvarpið má varpa ljós á hina livandi vónina, sum vit eiga í hinum krossfesta, upprisna og livandi Jesusi Kristi!


