Episodes
Episodes



Sunday Jan 05, 2025
Okkara sanna heimland
Sunday Jan 05, 2025
Sunday Jan 05, 2025
Á okkara pílagrímsferð til Himmals er Jesus okkara einasta stavnhald! Tað er bara við at líta á hann, at vit náa vegin fram til hitt himmalska heimlandið.



Friday Dec 27, 2024
Og Orðið varð hold
Friday Dec 27, 2024
Friday Dec 27, 2024
“Harri okkara, Jesus Kristus, Guds orð, bleiv í sínum endaleysa kærleika til tað, sum vit eru, fyri at gera okkum til tað, sum hann sjálvur er” (Ireneus).



Wednesday Dec 25, 2024
Okkum er ein frelsari føddur!
Wednesday Dec 25, 2024
Wednesday Dec 25, 2024
Tekstir: Mika 5,1-4a og Luk 2,1-14. “Gleðilig jól! Gleðilig jól!” ljóðar av himli einglalag. “Armi syndari, óttast ei nú, gleðiboðskapin hoyrir tú: Jesus er føddur í dag!”



Wednesday Dec 18, 2024
Eldragudstænasta í Eiðis kirkju
Wednesday Dec 18, 2024
Wednesday Dec 18, 2024
Demenskórið Sangfuglarnir sang. Børn frá Korndalsgarði gingu lucia



Sunday Dec 15, 2024
Ert tú tann, ið koma skal?
Sunday Dec 15, 2024
Sunday Dec 15, 2024
Hóast vit eru stadd mitt í lívsins oyðimørk, har einki grør, so kunnu vit kortini gleðast, tí at Jesus er Immanuel - Gud við okkum. Í hansara hondum eru vit trygg!



Sunday Oct 27, 2024
Guds lítli barnaskari
Sunday Oct 27, 2024
Sunday Oct 27, 2024
At verða sum eitt trúgvandi barn er at vera størstur í himmiríki! Men síðan hetta eisini er kravið fyri at sleppa inn í himmiríkið, so kunnu vit eisini siga, at øll í himmiríki eru tey størstu.
Tekstur: Matt 18,1-14



Sunday Oct 20, 2024
Hann lív og ljós og gleði ber!
Sunday Oct 20, 2024
Sunday Oct 20, 2024
Líkasum Jesus kallaði lærusveinarnar til at fáa eyguni upp fyri Guds akuri í Sámariu og í bygdini Sikar, soleiðis kallar hann eisini okkum til at lata okkara eygu upp fyri akrinum í okkara lívi - tey menniskju, sum Gud hevur sett inn á okkara lívsleið: konu, mann, børn, familju, vinir, kenningar. Eisini vit hava ein akur!



Monday Oct 07, 2024
Sí, Guðslambið!
Monday Oct 07, 2024
Monday Oct 07, 2024
Lestur: 1 Mós 28,10-19. Evangelium: Jóh 1,35-52. Sálmur: Nærri, mín Guð, til tín (38).

Jonhard Jógvansson
Sóknarprestur
Vælkomin til mítt poddvarp! Eg eri ættaður úr Saltangará og eri giftur við Tordis Kristiansdóttir úr Fuglafirði. Vit eiga tríggjar synir, sum eita Kristian, Jógvan og Kjartan. Kona mín er yvirlækni á onkologisku deild á Landssjúkrahúsinum. Sjálvur eri eg sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi, og búgva vit sostatt eisini á Eiði.
Sum prestur havi eg sjálvsagt eisini áhuga fyri gudfrøði. Gudfrøði snýr seg um læruna um Gud og hitt guddómliga. Hetta er eftir mínum tykki sera áhugavert! Tað eru summi, sum ikki halda, at gudfrøði er áhugaverd, og sum heldur ikki duga at síggja, hvat ið ein skal brúka hetta til. Um Gud ikki var til, so dugi eg heldur ikki at síggja, hví ein skuldi lagt nakað í gudfrøði. Sjálvur eri eg tó sannførdur um, at Gud veruliga er til, og at hann hevur opinberað seg bæði alment gjøgnum tað, sum hann hevur skapað og serstakliga gjøgnum Jesus og gjøgnum profetar og ápostlar. Hebrearabrævið sigur tað eisini soleiðis: "Eftir at Guð í forðum mangar ferðir og á mangan hátt hevði talað til fedrarnar gjøgnum profetarnar, hevur hann við endan á hesum døgum talað til okkara gjøgnum sonin" (Hebr 1,1). Gud hevur talað, og tað ger hann enn í dag. Í grundini er tað hetta, sum ger gudfrøðina og trúarlívið sum heild so spennandi. Og eg vil gjarna skilja betur, hvat Gud hevur talað, og hvussu eg kann bera hansara orð víðari til onnur.