Episodes
Episodes
Tuesday Jan 24, 2023
Monday Jan 23, 2023
Guds loysn uppá trupulleikan við óndskapi
Monday Jan 23, 2023
Monday Jan 23, 2023
Undirvísing í sambandi við PODAS 3 í Vesturkirkjuni
Sunday Jan 08, 2023
Sunday Jan 01, 2023
Himnastrond fyri stavni
Sunday Jan 01, 2023
Sunday Jan 01, 2023
Lestur: Hebr 11,8-10. Evangelium: Jóh 14,1-3
Sunday Dec 25, 2022
Tykkum er í dag ein frelsari føddur
Sunday Dec 25, 2022
Sunday Dec 25, 2022
Jólakvøld í Eiðis kirkju. Evangelium: Luk 2,1-14. Jólakórið sang.
Sunday Dec 11, 2022
Ert tú tann, ið koma skal?
Sunday Dec 11, 2022
Sunday Dec 11, 2022
3. sunnudag í advent í kirkjuni við Norðskála. Lestur: Jes 35. Evangelium: Matt 11,2-10. Kirkjukórið í Christianskirkjuni sang.
Sunday Dec 04, 2022
Skakast skulu himmalsins kreftur
Sunday Dec 04, 2022
Sunday Dec 04, 2022
2. sunnudag í advent. Lestur: Mál 3,1-3. Evangelium: Luk 21,25-36. Sálmur fyri prædiku: 388 (Óttast ei, vak og bið!)
Wednesday Nov 30, 2022
Hvat er hitt ófødda?
Wednesday Nov 30, 2022
Wednesday Nov 30, 2022
Fyrilestur hildin 21.11.2022 í Finsen í sambandi við tiltakið Trúgv og samfelag, sum Háskúlin í Nesvík skipaði fyri.
Jonhard Jógvansson
Sóknarprestur
Vælkomin til mítt poddvarp! Eg eri ættaður úr Saltangará og eri giftur við Tordis Kristiansdóttir úr Fuglafirði. Vit eiga tríggjar synir, sum eita Kristian, Jógvan og Kjartan. Kona mín er yvirlækni á onkologisku deild á Landssjúkrahúsinum. Sjálvur eri eg sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi, og búgva vit sostatt eisini á Eiði.
Sum prestur havi eg sjálvsagt eisini áhuga fyri gudfrøði. Gudfrøði snýr seg um læruna um Gud og hitt guddómliga. Hetta er eftir mínum tykki sera áhugavert! Tað eru summi, sum ikki halda, at gudfrøði er áhugaverd, og sum heldur ikki duga at síggja, hvat ið ein skal brúka hetta til. Um Gud ikki var til, so dugi eg heldur ikki at síggja, hví ein skuldi lagt nakað í gudfrøði. Sjálvur eri eg tó sannførdur um, at Gud veruliga er til, og at hann hevur opinberað seg bæði alment gjøgnum tað, sum hann hevur skapað og serstakliga gjøgnum Jesus og gjøgnum profetar og ápostlar. Hebrearabrævið sigur tað eisini soleiðis: "Eftir at Guð í forðum mangar ferðir og á mangan hátt hevði talað til fedrarnar gjøgnum profetarnar, hevur hann við endan á hesum døgum talað til okkara gjøgnum sonin" (Hebr 1,1). Gud hevur talað, og tað ger hann enn í dag. Í grundini er tað hetta, sum ger gudfrøðina og trúarlívið sum heild so spennandi. Og eg vil gjarna skilja betur, hvat Gud hevur talað, og hvussu eg kann bera hansara orð víðari til onnur.