Episodes
Episodes
Wednesday Dec 13, 2023
Hinar 10 moyggjarnar
Wednesday Dec 13, 2023
Wednesday Dec 13, 2023
2. sunnudag í atvent í kirkjuni við Norðskála. Evangelium: Matt 25,1-13. Eiðis Ljómfelag spældi.
Monday Dec 11, 2023
Sunday Dec 03, 2023
Ver vælkomið, Harrans ár
Sunday Dec 03, 2023
Sunday Dec 03, 2023
1. sunnudagur í advent í Eiðis kirkju. Kórið Gadders sang
Sunday Nov 19, 2023
Hevur tú Jesus?
Sunday Nov 19, 2023
Sunday Nov 19, 2023
Undirvísingargudstænasta í Eiðis kirkju. Evni: Dómurin
Monday Nov 13, 2023
Monday Nov 06, 2023
Sunday Oct 22, 2023
Brúdleypið hjá himmalska kongssyninum
Sunday Oct 22, 2023
Sunday Oct 22, 2023
Gudstænasta í Funnings kirkju 22.10.2023. Evangeliið: Matt 22,1-14.
Monday Oct 02, 2023
Lógin og evangeliið
Monday Oct 02, 2023
Monday Oct 02, 2023
Undirvísingargudstænasta í Eiðis kirkju 01.10.2023
Jonhard Jógvansson
Sóknarprestur
Vælkomin til mítt poddvarp! Eg eri ættaður úr Saltangará og eri giftur við Tordis Kristiansdóttir úr Fuglafirði. Vit eiga tríggjar synir, sum eita Kristian, Jógvan og Kjartan. Kona mín er yvirlækni á onkologisku deild á Landssjúkrahúsinum. Sjálvur eri eg sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi, og búgva vit sostatt eisini á Eiði.
Sum prestur havi eg sjálvsagt eisini áhuga fyri gudfrøði. Gudfrøði snýr seg um læruna um Gud og hitt guddómliga. Hetta er eftir mínum tykki sera áhugavert! Tað eru summi, sum ikki halda, at gudfrøði er áhugaverd, og sum heldur ikki duga at síggja, hvat ið ein skal brúka hetta til. Um Gud ikki var til, so dugi eg heldur ikki at síggja, hví ein skuldi lagt nakað í gudfrøði. Sjálvur eri eg tó sannførdur um, at Gud veruliga er til, og at hann hevur opinberað seg bæði alment gjøgnum tað, sum hann hevur skapað og serstakliga gjøgnum Jesus og gjøgnum profetar og ápostlar. Hebrearabrævið sigur tað eisini soleiðis: "Eftir at Guð í forðum mangar ferðir og á mangan hátt hevði talað til fedrarnar gjøgnum profetarnar, hevur hann við endan á hesum døgum talað til okkara gjøgnum sonin" (Hebr 1,1). Gud hevur talað, og tað ger hann enn í dag. Í grundini er tað hetta, sum ger gudfrøðina og trúarlívið sum heild so spennandi. Og eg vil gjarna skilja betur, hvat Gud hevur talað, og hvussu eg kann bera hansara orð víðari til onnur.