Episodes
Episodes
Sunday Jul 28, 2024
Ber ei ótta, tú fylgið lítla
Sunday Jul 28, 2024
Sunday Jul 28, 2024
Í Jesusi hevur Gud gjørt okkum til himmalborgarar, sum ferðast ígjøgnum henda heim, og sum eru á veg til hitt sanna heimið í hinum himmalska landinum. Prædikutekstur: Luk 12,32-48.
Thursday Jun 27, 2024
Jónas (8 partur)
Thursday Jun 27, 2024
Thursday Jun 27, 2024
Við trúnni á Jesus ert tú longu reinur og heilagur. Og í gerandislívinum saman við Jesusi lærir tú eisini meir og meir at liva eitt lív, sum samsvarar við tað, sum tú longu ert.
Monday Jun 10, 2024
Jónas (7 partur)
Monday Jun 10, 2024
Monday Jun 10, 2024
Tíni misbrot eru fyrigivin! Og um syndirnar eru mangar, so skalt tú kortini vita, at tú við Jesusi ert frelstur frá øllum Guds dómi yvir tínar syndir, tí at Jesus hevur á krossinum longu tikið allan tín dóm á seg sjálvan!
Monday Jun 03, 2024
Hvør veit, nær skilnin fer at verða?
Monday Jun 03, 2024
Monday Jun 03, 2024
Epistul: 1 Tim 6,6-12. Evangelium: Luk 12,13-21. Sálmur fyri prædiku: Hvør veit, nær skilnin fer at verða? (nr. 446).
Friday May 31, 2024
Jónas (6 partur)
Friday May 31, 2024
Friday May 31, 2024
Jesu likamliga uppreisn merkir, at deyðin hjá teimum kristnu einans er ein fyribils skilnaður. Líkasum tann upprisni Jesus sá lærusveinarnar aftur, og teir sóu hann, soleiðis skulu øll, sum trúgva á Jesus, eisini síggjast aftur.
Thursday May 30, 2024
Saturday May 25, 2024
Friday May 17, 2024
Jonhard Jógvansson
Sóknarprestur
Vælkomin til mítt poddvarp! Eg eri ættaður úr Saltangará og eri giftur við Tordis Kristiansdóttir úr Fuglafirði. Vit eiga tríggjar synir, sum eita Kristian, Jógvan og Kjartan. Kona mín er yvirlækni á onkologisku deild á Landssjúkrahúsinum. Sjálvur eri eg sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi, og búgva vit sostatt eisini á Eiði.
Sum prestur havi eg sjálvsagt eisini áhuga fyri gudfrøði. Gudfrøði snýr seg um læruna um Gud og hitt guddómliga. Hetta er eftir mínum tykki sera áhugavert! Tað eru summi, sum ikki halda, at gudfrøði er áhugaverd, og sum heldur ikki duga at síggja, hvat ið ein skal brúka hetta til. Um Gud ikki var til, so dugi eg heldur ikki at síggja, hví ein skuldi lagt nakað í gudfrøði. Sjálvur eri eg tó sannførdur um, at Gud veruliga er til, og at hann hevur opinberað seg bæði alment gjøgnum tað, sum hann hevur skapað og serstakliga gjøgnum Jesus og gjøgnum profetar og ápostlar. Hebrearabrævið sigur tað eisini soleiðis: "Eftir at Guð í forðum mangar ferðir og á mangan hátt hevði talað til fedrarnar gjøgnum profetarnar, hevur hann við endan á hesum døgum talað til okkara gjøgnum sonin" (Hebr 1,1). Gud hevur talað, og tað ger hann enn í dag. Í grundini er tað hetta, sum ger gudfrøðina og trúarlívið sum heild so spennandi. Og eg vil gjarna skilja betur, hvat Gud hevur talað, og hvussu eg kann bera hansara orð víðari til onnur.