Episodes
Episodes
Sunday Feb 21, 2021
Tá Djevulin freistar
Sunday Feb 21, 2021
Sunday Feb 21, 2021
Lestur: 1 Mós 3,1-19.
Evangelium: Matt 4,1-11.
Sunday Feb 14, 2021
Sunday Jan 31, 2021
Náðin eina
Sunday Jan 31, 2021
Sunday Jan 31, 2021
Epistul: 1 Kor 9,24-27.
Evangelium: Matt 20,1-16.
Sálmur fyri prædiku: 502 (Við náði í Guds hjarta).
Sunday Jan 24, 2021
Eg vil, men vilt tú?
Sunday Jan 24, 2021
Sunday Jan 24, 2021
Lestur: 5 Mós 10,17-21
Evangelium: Matt 8,1-13
Wednesday Dec 30, 2020
Himnastrond fyri stavni
Wednesday Dec 30, 2020
Wednesday Dec 30, 2020
Sálmur fyri prædiku: 544 (Tíðin rennur sum streymur í á).
Tekstir: Hebr 11,8-10 og Jóh 14,1-3.
Tuesday Dec 22, 2020
Tuesday Dec 22, 2020
Okkum er ein frelsari føddur!
Tuesday Dec 22, 2020
Tuesday Dec 22, 2020
Tekstir: Mika 5,1-4 og Luk 2,1-14
Saturday Dec 12, 2020
Jonhard Jógvansson
Sóknarprestur
Vælkomin til mítt poddvarp! Eg eri ættaður úr Saltangará og eri giftur við Tordis Kristiansdóttir úr Fuglafirði. Vit eiga tríggjar synir, sum eita Kristian, Jógvan og Kjartan. Kona mín er yvirlækni á onkologisku deild á Landssjúkrahúsinum. Sjálvur eri eg sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi, og búgva vit sostatt eisini á Eiði.
Sum prestur havi eg sjálvsagt eisini áhuga fyri gudfrøði. Gudfrøði snýr seg um læruna um Gud og hitt guddómliga. Hetta er eftir mínum tykki sera áhugavert! Tað eru summi, sum ikki halda, at gudfrøði er áhugaverd, og sum heldur ikki duga at síggja, hvat ið ein skal brúka hetta til. Um Gud ikki var til, so dugi eg heldur ikki at síggja, hví ein skuldi lagt nakað í gudfrøði. Sjálvur eri eg tó sannførdur um, at Gud veruliga er til, og at hann hevur opinberað seg bæði alment gjøgnum tað, sum hann hevur skapað og serstakliga gjøgnum Jesus og gjøgnum profetar og ápostlar. Hebrearabrævið sigur tað eisini soleiðis: "Eftir at Guð í forðum mangar ferðir og á mangan hátt hevði talað til fedrarnar gjøgnum profetarnar, hevur hann við endan á hesum døgum talað til okkara gjøgnum sonin" (Hebr 1,1). Gud hevur talað, og tað ger hann enn í dag. Í grundini er tað hetta, sum ger gudfrøðina og trúarlívið sum heild so spennandi. Og eg vil gjarna skilja betur, hvat Gud hevur talað, og hvussu eg kann bera hansara orð víðari til onnur.