Episodes
Episodes
Sunday May 15, 2022
Møt mær á Golgata!
Sunday May 15, 2022
Sunday May 15, 2022
Epistul: 2 Kor 5,14-21. Evangelium: Jóh 8,28-36. Sálmur fyri prædiku: 484 (Hvør vil á meg klaga)
Friday May 13, 2022
Gangið inn um hitt tronga portrið
Friday May 13, 2022
Friday May 13, 2022
Epistul: Hebr 10,19-25. Evangelium: Matt 7,7-14. Sálmur fyri prædiku: 468 (Frelsari, hevði ikki eg teg funnið).
Sunday May 08, 2022
Í Faðirsins húsi
Sunday May 08, 2022
Sunday May 08, 2022
Evangelium: Jóh 14,1-11. Sálmur fyri prædiku: 514 (Óttandi hjarta). Sálmur eftir prædiku: 508 (Á sorgarstund)
Sunday May 01, 2022
Hvør er Jesus?
Sunday May 01, 2022
Sunday May 01, 2022
Prædika í Húsavíkar kirkju, 1. mai 2022. Epistul: Hebr 13,20-21. Evangelium: Jóh 10,22-30.
Sunday Apr 17, 2022
Hann er risin upp!
Sunday Apr 17, 2022
Sunday Apr 17, 2022
Jesu likamliga uppreisn boðar okkum, at Jesus hevur vunnið á deyðanum, og at deyðin ikki fær hitt síðsta orðið. Nei, sum Jesus reis upp, skulu vit, sum trúgva á hann, eisini rísa upp!
Friday Apr 15, 2022
Tað er fullgjørt!
Friday Apr 15, 2022
Friday Apr 15, 2022
Langa fríggjadag í kirkjuni við Norðskála. Lestur: 1 Mós 22,1-18. Epistul: Gal 3,13-14. Evangelium: Jóh 19,17-30. Sálmur fyri prædiku: 186 (Hann á krossinum aleina).
Thursday Apr 14, 2022
Jesu reinsandi tænasta
Thursday Apr 14, 2022
Thursday Apr 14, 2022
Skírhósdag í Funnings kirkju. Evangelium: Jóh 13,1-15.
Friday Apr 01, 2022
Á ferð niðan til Jerusalem
Friday Apr 01, 2022
Friday Apr 01, 2022
Føstugudstænasta í Nes kirkju. Sálmur fyri prædiku: 172 (So elskar Guð oss, at hann gav). Tekstir: Jón 2 og Luk 18,31-34. Sálmur eftir prædiku: 168 (Legg nú niður verðsligt sinni).
Jonhard Jógvansson
Sóknarprestur
Vælkomin til mítt poddvarp! Eg eri ættaður úr Saltangará og eri giftur við Tordis Kristiansdóttir úr Fuglafirði. Vit eiga tríggjar synir, sum eita Kristian, Jógvan og Kjartan. Kona mín er yvirlækni á onkologisku deild á Landssjúkrahúsinum. Sjálvur eri eg sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi, og búgva vit sostatt eisini á Eiði.
Sum prestur havi eg sjálvsagt eisini áhuga fyri gudfrøði. Gudfrøði snýr seg um læruna um Gud og hitt guddómliga. Hetta er eftir mínum tykki sera áhugavert! Tað eru summi, sum ikki halda, at gudfrøði er áhugaverd, og sum heldur ikki duga at síggja, hvat ið ein skal brúka hetta til. Um Gud ikki var til, so dugi eg heldur ikki at síggja, hví ein skuldi lagt nakað í gudfrøði. Sjálvur eri eg tó sannførdur um, at Gud veruliga er til, og at hann hevur opinberað seg bæði alment gjøgnum tað, sum hann hevur skapað og serstakliga gjøgnum Jesus og gjøgnum profetar og ápostlar. Hebrearabrævið sigur tað eisini soleiðis: "Eftir at Guð í forðum mangar ferðir og á mangan hátt hevði talað til fedrarnar gjøgnum profetarnar, hevur hann við endan á hesum døgum talað til okkara gjøgnum sonin" (Hebr 1,1). Gud hevur talað, og tað ger hann enn í dag. Í grundini er tað hetta, sum ger gudfrøðina og trúarlívið sum heild so spennandi. Og eg vil gjarna skilja betur, hvat Gud hevur talað, og hvussu eg kann bera hansara orð víðari til onnur.